Forsíðan á skrivligu frágreiðingini sum Rólant Dam og Bára Akselsdóttir Haraldsen gjørdu fyri Kringvarpið. 

Forsíðan á skrivligu frágreiðingini sum Rólant Dam og Bára Akselsdóttir Haraldsen gjørdu fyri Kringvarpið. 

Publikkin
fyri KVF

At seta røttu spurningarnar er eitt kynstur. Sum journalistur ognar tú tær tann eginleikan, og hann kann nýtast í alskyns samanhangum. Millum annað tá Kringvarp Føroya skal kanna, hvørja relatión ungdómurin hevur til sjónvarpið, útvarpið og heimasíðuna hjá Kringvarpinum. 
Í fjørheyst gjørdi Publikkin eina landsfevnandi fokusbólkakanning millum ungar føroyingar. Kanningin  bleiv til eina 30 síður langa frágreiðing og framløgur fyri starvsfólkinunum í Kringvarpinum. Kanningin verður nú nýtt til at gera eina strategi fyri, hvussu Kringvapið betur røkkur teimum ungu. 

Fokusbólkakanning II