PUBLIKKIN
MEDIA

 

VIT SIGA SØGUR.

Tá vit stovnaðu Publikkina, var tað við einum brennandi ynski um at siga søgur. At fylla tær við innihaldi, snikka tær við góðum myndum, seta røttu spurningarnar og bera ein boðskap. Og týdningarmest av øllum - at miðla tær í eygnahædd.

Við vitan, royndum, trúvirði og hugflogi kunnu vit miðla søguna rætt. 

Sí fleiri søgur her. 

 

 

 

1+1+1+1=5

 
 
Untitled-1.jpg

Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð tryggjar, at allar leiðreglur eru fylgdar, allir teldupostar svaraðir og at pappírini eru í ordan. Jóna hevur starvast sum høvundur og rættlesari seinastu níggju árini. 

Útbúgving: Cand.scient.adm. 

Serkunnleiki: Fyrisiting, politiskt samskifti og sosialir miðlar.

 

Birgith Lassen kennir journalistisku do's & don'ts frá síni tíð sum útvarpsvertur
og tíðindafólk í Miðlahúsinum og Kringvarpinum. Hon skilir nútímans miðlabrúkaran,
og hevur royndir við marknaðarførslu á Facebook, Snapchat og Instagram. 
Birgith hevur samskipað fleiri verkætlanir og tiltøk. 

Útbugving: Stud.jour. á Danish School of Media & Journalism.

Serkunnleiki: Ljóð, sosialir miðlar og tiltøk.

 

Untitled-4.jpg
 
Untitled-3.jpg














 

Rólant Dam er skúlaður í at miðla soleiðis, at ein hvør kann fylgja við. 
Hann brúkar storytelling til at siga søguna um teg og tína fyritøku.
Rólant hevur starvast sum politiskur ráðgevi og skrivandi frílansari fyri
ymiskar fyritøkur seinastu árini. 

Útbúgving: cand.mag.lit og miðlari frá Danish School of Media & Journalism.

Serkunnleiki: Orð og at miðla torskilda vitan til ein hvønn. 

 

 

Tróndur Høgnason Dalsgarð hevur arbeitt sum fríyrkis myndamaður fyri The Guardian, Politiken, Verdens Gang og VICE. Tróndur framleiðir eisini dokumentarfilm og útvarp. Hann hevur luttikið á framsýningum og festivalum her heima og uttanlands, og hevur fingið altjóða virðislønir fyri sítt arbeiði.

Útbúgving: Myndajournalistur frá Danish School of Media and Journalism.

Serkunnleiki: At fortelja søgurnar við myndum. 

Screen Shot 2017-08-20 at 23.36.01.jpg

 

 

Hevur tú eina søgu at siga? 

publikkin@publikkin.fo

+298 581419